Føroyingar spenna seg út í Kina

Nordic Aqua Partners A/S, sum føroyingar standa á odda fyri, stíla eftir at ala 50.000 tons av laksi á landi í Kina.

 

Á heimasíðuni hjá Nordic Aqua Partners A/S eru føroyingarnir, Ragnar Joensen og Hjalti Hvítklett.

 

 

iLaks veit at siga, at málið hjá Nordic Aqua Partners A/S, sum er skrásett á keypsskála og sum Ragnar Joensen stendur á odda fyri, hevur ætlanir um at veksa um framleiðsluna av laksi í Kina við 10.000 tonsum, soleiðis at málið hjá felagnum nú er 50.000 tons um árið.

 

Hetta framgongur í einari nýggjari frágreiðing hjá felagnum fyri næsta fjórðingsár í ár, sum júst er løgd fram, og sum iLaks endurgevur burturúr. 

 

- Eftir sum felagið ikki hevur fisk í framleiðslu, hevur sjálvt úrslitið hjá Nordic Aqua Partners A/S ikki serliga stóran áhuga. Tað, sum er meira áhugavert, er tað, sum felagið sigur um sína vakstrarætlan frameftir, skrivar iLaks.

 

Lagt verður aftrat, at tað verður ikki fyrr enn í fyrsta fjórðingsári í 2023, at Nordic Aqua Partners byrja at taka fisk. Í greinini í iLaks verður Ragnar Joensen nevndur sum fyrrverandi Mowi-stjóri.

 

##med2##

 

Fyrsta byggistig av aliverkætlanini er fíggjað, og arbeiðið við landalistøðini í Goatang, sum liggur nær við Shanghai, er í gongd. 

 

- Fyrsta og annað byggistig fara at geva 8000 tons av laksi um árið, deilt yvir tvey modul. Tíðindini eru, at felagið ætlar at veksa um triðja byggistig - úr 8.000 tonsum upp í 12.000 tons í 2027 sum merkir, at alistøðin fer at ala 20.000 tons um árið.

 

iLaks skrivar, at við tíðini er samlaða framleiðslumálið hjá Nordic Aqua Partners A/S økt úr 40.000 tonsum upp í 50.000 tons. Heimasíðan sigur, at tíðarætlanin er ikki almannakunngjørd, men felagið vísir á møguleikar bæði í Beijing og Hong Kong.

 

Á heimasíðuni hjá Nordic Aqua Partners A/S eru føroyingarnir, Ragnar Joensen og Hjalti Hvítklett.

iLaks skrivar um virksemið hjá Nordic Aqua Partners A/S í Kina - við mynd av Ragnari Joensen.