Føroyingar spæla lagnudyst í annaðkvøld

Vendsyssel FF vitjar Silkeborg í týðandi dysti í uppflytingarstríðnum í næstbestu deildini

Tey, sum síggja sjónvarpsrásina TV3 Sport 1 á Televarpinum ella aðrastaðni hava møguleikan at síggja føroyskar landsliðsspælarar í týðandi dysti í uppflytingarstríðnum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Føroyingafelagið, Vendsyssel FF við Brandi Hendrikssyni, Halli Hanssyni og René Shaki Joensen í hópinum skal í annaðkvøld klokkan 18 spæla á útivølli ímóti Silkeborg. Vendsyssel FF er enn røttu megin uppflytingarstrikuna, hóast tap í trimum teimum seinastu dystunum ímóti Lyngby, FC Roskilde og HB Køge. 

 

Vendsyssel FF er nummar tvey í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 36 stigum, Horsens er nummar trý við 35 stigum. Liðið hjá Viljormi Davidsen, Vejle er nummar fýra við 33 stigum. Mótstøðuliðið hjá Vendsyssel FF, Silkeborg er nummar fimm við 32 stigum, Fredericia er nummar seks við 31 stigum, og HB Køge er nummar sjey við 30 stigum.

 

Tað er sostatt sera tætt í uppflytingarstríðnum, og er neyðugt hjá Vendsyssel FF at fáa úrtøku í dystinum í Silkeborg í annaðkvøld, sum also sæst á TV3 Sport 1.