Føroyingar sleppa ikki upp í part

Nordic Playlist, nýggjasta átakið fyri útbreiðsluna av norðurlendskum tónleiki er stongt fyri føroyingar, grønlendingar og álendingar.

 

Nordic Playlist, nýggjasta átakið fyri útbreiðsluna av norðurlendskum tónleiki er stongt fyri føroyingar, grønlendarar og álendingar.

Norðurlendska Ministararáðið stendur aftanfyri verkætlanina, Nordic Playlist ið hevur til endamáls at vísa á tað ríka tónleikatilfeingið, ið er í Norðurlondum.

 

Sjálvt konseptið er einfalt: Hvørja viku velur ein virdur tónleikari, framleiðari, listafólk ella smaksskapari sín lista av tí besta norðurlendska. Viðkomandi velur tvey svensk løg, tvey donsk, tvey norsk, tvey íslendsk og tvey finsk. Sostatt er tað bert tónleikur úr sjálvsstøðugu londunum, ið sleppur framat.

Hesin listi verður so marknaðarførdur við tí í huga, at tey, ið elska tónleik, lætt skulu fáa atgongd til nýggjan norðurlendskan tónleik.

 

Skipanin er einføld at brúka og sameind við streamingtænasturnar Spotify, Wimp og Deezer, so tú bert trýstir á play, velur streamningtænastu og so hoyrir tú listan. Á streamingtænastunum kanst tú eisini melda teg beinleiðis til playlistarnar og fáa boð hvørja viku um nýggjasta listan.

Umframt sjálvan listan, so hevur heimasíðan Nordic Playlist eisini sølulistar fyri Svøríki, Danmark, Noreg, Finland og Ísland. Umframt eitt øki, har víst verður á nýggjastu nøvnini úr nevndu londum og ein DJ partur, har ein DJ ger eitt mix til heimasíðuna.

Sostatt er hetta ein sera spennandi síða fyri tey, ið eru áhugaði í at uppliva norðurlendska mentan, men eisini ein møguleiki, ið føroysk tónleikanøvn ikki fáa part í.