Føroyingar skulu sleppa framat

Politiska semjan um undirsjóvartunlarnar stendur við men tað skulu vera føroyingar, sum fáa arbeiðið at í so stóran mun sum gjørligt


Ætlanin at gera undirsjóvartunnil úr Streymoy í Eysturoy, og í Sandoy koma føroyska samfelagnum til góðar.

 

Tað heldur ein stórur meiriluti í Rættarnevndini hjá Løgtinginum, sum nú er liðug at viðgera størstu verkætlan í Føroya Søgu.


Nevndin hevur tosað við nógv fólk í sambandi við ætlanina, bæði umboð fyri Tórshavnar Kommunu, fólk úr Hesti, Palla Gregoriussen, arkitekt, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Bank Nordik, Landsbyggifelagið, SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar, Gjaldstovuráðið, Landsverk, og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

 


Meirilutin í nevndini leggur tí dent á, at tað, í so stóran mun sum gjørligt, skulu vera føroyskt vinnulív og føroyskir arbeiðstakarar, sum fáa arbeiðini í sambandi við tunlarnar.

Meirilutin er samdur um, at ber tað yvirhøvur til, eigur verkætlanarmálið at vera føroyskt.

 

- Hóast tað átti at verið sjálvsagt, er neyðugt at staðfesta, at útbjóðingartilfarið í mestan mun verður á føroyskum máli, sigur nevndin.

 

Annars staðfestir meirilutin í nevndini, sum eru umboðini fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi, at semja er gjørd ímillum allar flokkar um undirsjóvartunlarnar og nú Rættarnevndin hevur viðgjørt málið, er einki komið fram sum elvir til broytingar í teirri semjuni.

 

- Endamálið er at bøta um undirstøðukervið í Føroyum. Henda størsta samferðsluverkætlan í Føroya søgu kemur sostatt at hava avgerandi týdning fyri menningina av Føroyum sum eitt framkomið vælferðarsamfelag, sigur meirilutin í Rættarnevndini.

 

- Góð samferðsluviðurskifti eru ein fortreyt fyri vinnuligari menning í Føroyum og skynsomum rakstri av samfelagnum og mett verður, at tunlarnir fara at fremja flytførið munandi og at stimbra búskaparvøksturin.

 

Meirilutin ásannar samstundis, at linjuføringin er partur av politisku semjuni, og tøkniliga og fíggjarliga avbjóðingin verður í samsvari við hana.

 

Tí tekur meirilutin undir við ætlanini og heitir á Løgtingið um at samtykkja málið, sum tað nú fyriliggur.

 

Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum, er ikki við í hesum meirilutanum, men hann sigur, at hann fer at taka støðu í Løgtinginum.