Føroyingar skulu senda skip at bjarga flóttafólki

Tað kundi verið vit, sum stríddust fyri lívinum í Miðjarðarhavinum, siga Løgtingsmenn

Føroyingar eiga at senda eitt skip í Miðjarðarhavið at bjarga flóttafólkum.

 

Vit kunnu eisini rinda fyri, at eitt útlendskt skip verður sent í Miðjarðarhavið at bjarga flóttafólkum.

 

Tað halda teir báðir løgtingsmenninir fyri Miðflokkin, Jenis av Rana og Bill Justinussen.

 

Hava vit onki sjálvi, vit kunnu senda, kunnu vit fíggja, at eitt annað skip verður sent í Miðjarðarhavið, leggja teir afturat.

 

Nú vilja teir hava Løgtingið at samtykkja, at landsstýrið skal kanna møguleikan fyri hesum, og at leggja eina frágreiðing fyri Løgtingið

 

Teir báðir í Miðflokkinum, siga, at ST metir, at í fjør royndu eini 800.000 flóttafólk at sleppa til Evropa, men at eini 5.000 av teimum druknaðu á vegnum.

 

- Tølini higartil í ár, benda á, at í ár verður støðan hvaðna verri, siga teir.

 

- Tað er serliga tvørtum um Miðjarðarhavið, at streymurin av flóttafólki er størstur, og sostatt er tað eisini har, at tey flestu farast, bæði børn og vaksin.

 

- Tey flestu rýma frá húsi, heimi, vinum og familju, undan kríggi, kúging og fátækadømi. Og vóru vit í teirra stað, vóru tað uttan iva vit, sum stríddust fyri lívinum, siga Jenis av Rana og Bill Justinussen.

 

Teir báðir siga, at bara tann eina dagin í fjør, tann 28. oktober, fórust fimm bátar við flóttafólki í Miðjarðarhavi.

 

Jenis av Rana og Bill Justinussen vísa á, at føroyingar eru ein rík tjóð og hava altíð verið gávumildir, tá ið brúk er fyri at hjálpa.

 

Í fjør hevði Miðflokkurin eisini eitt uppskot um at senda skip í Miðjarðarhavið, at royna at bjarga teimum mongu, sum lótu lív í royndum at flýggja.

 

Tá fingu teir ikki undirtøku fyr tí, men ístaðin játtaðu føroyingar eina millión afturat í neyðhjálp.

 

- Vón okkara er, at nýggja Løgtingið er samt við okkum og vísir uppskotinum vælvild, siga teir báðir tingmenninir fyri Miðflokkin.