Føroyingar skulu ikki verða blíðir við Sea Shepherd

Vit skulu vísa teimum, at tey eru óynskt í Føroyum

- Vit skulu ikki vera undirbrotlig, nú Sea Shepherd kemur higar í summar.

 

Tað heldur Hans Jacob Hermansen, íðin grindamaður. Hann er eisini nevndarlimur í Grindamannafelagnum. Men hann sigur, at hetta stendur fyri hansara egnu rokning, tí felagið hevur ikki nakra felags støðu til, hvussu vit skulu bera okkum at mótvegis Sea Shepherd.

 

Felagsskapurin hevur boðað frá, at tey koma higar mitt í juni at mótmæla grindadrápi og tey ætlað at verða verandi í heilar fýra mánaðar í alt summar og út á heystið, tí tey fara ikki avstað aftur fyrrenn í oktober.

 

- Nógva aðrastaðni høvdu tey verið vend avstað aftur, so skjótt tey komu inn um sjómarkið og eg haldi eisini, at føroyingar eiga at vísa teimum, at tey eru óynskt í landinum, sigur Hans Jacob Hermansen.

 

Tvøroyrar býráð hevur samtykt at nokta teimum at brúka nakrar hentleikar, kommunan ræður yvir, hvørki parkeringspláss, svimjihyl, havnir, ella nakað annað.

 

Sostatt sleppa skip hjá Sea Shepherd hvørki ikki at taka proviant og vatn, ella at bunkra olju í Tvøroyrar Kommunu.

 

 

Les eisini: Tvøroyrar Býráð boykottar Sea Shepherd

 

 

Hetta er ein avgerð, Hans Jacob Hermansen tekur undir við.

 

- Vit vita at tey koma higar at steðga okkum í okkara lógliga virksemi, sigur hann. Hann leggur afturat, at tað er ikki bara lógligt at drepa grind.  Eisini altjóða hvalaveiðifelagsskapurin IWC, góðkennur grindadráp.

- Tí skulu vit ikki vísa teimum nakrar sømdir, ella vera blíð við tey, sigur hann. Tað er eitt sindur av eini andsøgn í, at føroyingar hjálpa teimum, og geva teimum tað, teimum tørvar, fyri at forða okkum at drepa grind, leggur hann afturat.

 

 

Les eisini: Vit skulu ikki vera blíð við Sea Shepherd

 

 

Tá ið Sea Shepherd kemur higar í summar, verður tað við trimum skipum. Og Hans Jacob Hermansen heldur, at vit eiga at gera teimum greitt, áðrenn tey koma til Føroya, at her fáa tey hvørki vatn, ella proviant, ella sleppa at bunkra olju.

 

- So kunnu tey fara aðrastaðni at bunkra, leggur hann afturat.

 

Hann leggur afturat, at koma tey í neyð, ella fær onkur av teimum brúk fyri lækna, er støðan ein onnur, tí so skulu vit sjálvsagt hjálpa teimum, akkurát, sum vit hjálpa øllum øðrum, sum koma í neyð.