Føroyingar skulu ikki leypa á leistum fyri norðmonnum

Er tað rætt at leypa avstað at samráðast við eitt land, sum boykottar okkum, spyr Ráfiskakeyparafelagið

 - Føroyingar skulu ikki samráðast við norðmenn um at lata norskir línubátar sleppa at fiska longu og brosmu eystanfyri.

 

 Tað heldur Ráfiskakeyparafelagið.

 

Í farnu viku frættist, at norska reiðarafelagið ynskir tvípartasamráðingar um kvotubýti millum Føroyar og Noreg so norskir línubátar sleppa at fiska longu og brosmu eystanfyri.

 

- Føroya Ráfiskakeyparafelag heldur ikki, at føroyskir myndugleikar eiga at leypa avstað til slíkar samráðingar.

 

Felagið sigur, at syndarliga støðan hjá toska- og hýsustovninum undir Føroyum, er ein stór avbjóðing.  

 

- Kanska er tað størsta uppgávan hjá politisku skipanini at bera so í bandi, at stovnarnir kunnu koma fyri seg aftur.

 

Í hesum sambandi hevur tað víst seg at vera ein stórur fyrimunur, at føroysku línuskipini hava kunnað fiskað ta longuna og brosmuna, sum norsk línuskip fiskaðu fyrr.

 

- Tá ið línuskipini hava henda møguleika, minkar veiðitrýstið eftir tosk og hýsu, og stovnurin fær tá betri umstøður at koma fyri seg aftur.

 

- Samstundis hevur hesin fiskiskapur verið bjargingin hjá fleiri føroyskum línuskipum, nú aðrir botnfiskastovnar eru fyri hóttafalli, sigur Ráfiskakeyparafelagið.

 

Felagið sigur, at verður avtala gjørd við Noreg, so norsku línuskipini sleppa inn aftur at royna undir Føroyum, missa línuskipini atgongdina til henda fiskiskap, og tá kann væntast at veiðitrýstið á tosk og hýsu undir Føroyum økist aftur.

 

- Harumframt er spurningurin, um tað er rætt at skunda sær avstað til samráðingar við eitt land, sum hevur sett í verk tiltøk móti Føroyum á fiskiveiðuøkinum, verður hesin trupulleiki ikki loystur samstundis.