Føroyar skulu varðveita eitt ávíst samstarv við Russland. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum. Tað var Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, sum reisti spurningin í Løgtinginum. Hann vísir á, at síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina, hava mestsum øll lond í vesturheiminum kvett alt handilsligt og diplomatiskt samstarv við Russland.
Hann sigur, at grundarlagið undir føroyska sendimanninum í Russlandi, er nógv viknað, tí vit hava at kalla einki handilssamband við Russland longur. So hann dugir ikki at síggja, hvønn leiklut hann hevur – altso um so er, at hann ikki hevur ein týðandi leiklut í royndunum at fáa frið í lag, legði hann turrisliga afturat.
Hann heldur, at vit hava avmarkaða orku og tí er neyðugt at vit brúka okkara uttanríkispolitisku orku, har hon ger størst nyttu, og hann dugir ikki ordiliga at síggja endamálið at hava ein sendimann í Russlandi, sum støðan er beint nú. Hann sigur, at tá ið vit hava fingið okkum sendifólk í øðrum londum, hevur tað aloftast verið fyri at styrkja handilsliga sambandið, men tað grundarlagið er í hvussu so er burtur fyri at hava sendifólk í Moskva, sigur Bjarni Kárason Petersen.
Men Jenis av Rana sigur, at í løtuni verða eingi stig tikin tann vegin. Hann sigur, at sum støðan er nú verður føroyski sendiharri verandi í Russlandi. Vit halda, at tað er neyðugt at hann verður verandi í Moskva, tí vit eiga ikki at kvetta møguleikan at samskifta við myndugleikarnar í Russlandi.
Jenis av Rana sigur at føroyski sendimaðurin í Russlandi følir seg púra tryggan í Moskva og hann heldur ikki, at tað er nøkur orsøk til at fara úr Russlandi. Landsstýrismaðurin sigur, at honum vitandi hava onnur lond ikki tikið sendifólk síni heim úr Russlandi, tað er meiri tað, at tey eru burturvíst úr Russlandi, tí russiskir diplomatar eru vístir úr ymsum londum.
– Føroyskur uttanríkispolitikkur er ikki at flyta sendifólk ímillum lond í tíð og úrtíð og tí verður sendistovan í Moskva ikki niðurlagað, leggur hann afturat.











