Føroyingar síggja landsdystin í Nuuk

Fótbóltslandsdysturin millum Føroyar og Grikkaland hevur eisini áhuga uttan fyri landoddarnar.

Fótbóltslandsdysturin millum Føroyar og Grikkaland hevur eisini áhuga uttan fyri landoddarnar.

 

Føroyingarfelagið í Nuuk skipar fyri hugnaløtu á Hotel Hans Egede at fylgja landsdystinum í kvøld.

 

– Vit byrja klokkan 16, grønlendska tíð, sigur Hallstein Sigurðsson úr føroyingarfelagnum í Grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk.

 

Landsdysturin millum Føroyar og Grikkland verður brísklaður í gongd klokkan 19:45 í kvøld føroyska tíð.

 

Les eisini: Føroyska liðið er sett