Føroyingar senda jólahjálp til Danmarkar

Vanliga eru tað danir sum samla pening inn til útlondini, men hesaferð er peningur komin úr Føroyum, til danir, sum tørva um jólini

- Nakar sum tímur at lata eitt sindur av pengum til jólahjálp í Danmark? :)

 

Hetta endurgevur Ekstrablaðið Benjamin Absalonsen av Viðareiði fyri at hava skrivað á sínum Facebook vanga.

 

Vanliga eru tað danir, sum samla pening inn til útlondini, men hesaferð er peningur komin úr útlandinum til danir, sum mangla. Ekstrablaðið samlar saman við Dansk Folkehjælp inn til børn í Danmark, sum hava strammar fíggjarligar karmar um jólini.

 

Sjálvur hevur Benjamin givið 100 krónur til endamálið, og ein ónavngivin hevur givið 250 krónur, skrivar Ekstrablaðið. 

Til ber at stuðla innsavningini her: http://indsamling.folkehjaelp.dk/julehjaelp-2014/3-933