Føroyingar royndarvenja í Danmark

HB-ari og NSÍ-ari eru í løtuni til royndarvenjing í Vendsyssel FF í næstbestu donsku deildini.

Landsliðsleikarin hjá HB, René S. Joensen, royndarvenur í løtuni við Vendsyssel FF, har liðfelagi hansara á landsliðnum, Hallur Hansson, hevur sáttmála. René sigur, at tað hevur gingist stak væl til venjing, og at hann mikudagin eisini slapp at royna seg í venjingardysti ímóti Jammerbugt. Hann og 18 ára gamli Meinhard E. Olsen úr NSÍ, sum eisini royndarvenur í Vendsyssel, vóru við frá byrjan.


René hevur áður spælt við Brøndby, har hann fekk nakrar minuttir á besta liðnum, men tað eru skjótt trý ár síðani og René sigur, at hann nú roynir at venja seg við grasvallirnar og høgu leikferðina. Hann dúvar upp á at fáa ein sáttmála við Vendsyssel FF.


- Tað er ætlanin. Eg vil gjarna sleppa uttanlands aftur áðrenn tað verður ov seint. Føroyar skuldi bara vera eitt steðgistað í seks mánaðir, men skaðar hava longt tað eitt sindur. Í ár havi eg ikki havt nakran skaða og eg eri væl fyri, so tí er tað kanska eitt gott tíðspunkt beint nú. Um eg fái eitt gott tilboð, so eri eg klárur at fara uttanlands aftur nú, sigur René S. Joensen.