Tað er ikki lógligt at tveita burturkast frá grindadrápi á sjógv, ella fyri bakkan. Tað staðfestir Suni Petersen, leiðari á deildini, sum nevnist, Vernd, á Umhvørvisstovuni.
Í farnu viku doyði finn døglingar í Hvalba og ein lítil grind á Sandi. Men í báðum førum hava myndir verið at síggja, har fólk hava tveitt burturkast av hvalunum fyri bakkan ella á sjógv. Talan er um fráskurð, horn og bøksl, spik av døglingi og annað, sum ikki er etandi og sum tískil er beint burtur - í náttúrni.
Hetta hevur verið ein sannur gloypibiti hjá Sea Shepherd, sum eru í Føroyum í stórum tali í alt summar. Tey hava rættiliga gjørt sær dælt av hesum og hava send myndir av burturkastinum um alla verðina og sostatt eru føroyingar við til at rætta Sea Shepherd eina hjálpandi hond. Men tey fortelja ikki fólki, at talan er um burturkast. Tey fortelja fólki, at hetta er prógv fyri, at føroyingar drepa hvat til stuttleika, tí myndirnar vísa, at vit tveita tvøstið og spikið burtur.
Suni Petersen staðfestir eisini, at tað er ólógligt at beina burturkast burtur á hendan hátt. - Fólk hava skyldu at brúka skipanina kommunurnar hava og tað eru bingjurnar, IRF hevur sett upp í hvørjari bygd til burturkast, sigur hann. Hann sigur, at kommunurnar hava ábyrgdina av burturkastinum og ta uppgávuna hava kommunurnar útveitt til IRF, sum hevur sett bingjur upp í hvørjari bygd til at koyra burturkast í.
Leiðarin á Vernd sigur, at er talan um serliga stórar nøgdir, ber til hjá kommununum at biðja um fleir bingjur frá IRF. - Tað verður gjørt tá ið slaktið er, tí tað er heldur ikki loyvt at tveita burturkast frá slakti í náttúruna, sigur Suni Petersen. Tað sama kundi verið gjørt, tá ið grind ella døglingar leggja beinini.
Hinvegin er tað munandi torførari at sleppa av við rovini av hvalunum. Har hevur vanlig mannagongd verið at sleipa tey út á streymasjógv og søkt tey har. Eftir lógarinnar bókstavið er eisini tað ólógligt, men tað er ikki eitt mál, Umhvørvisstovan hevur gjørt nakað við, tí tað er eisini ein spurningur um, hvussu tað annars letur seg gera at beina rovini burtur.
|










