Føroyingar oyðileggja allar kappingar

Tað heldur ein danskari, sum í løtuni kappast við ein føroying um at sleppa til Noregs á hundasletutúr

- Føroyingar eru enn einaferð í ferð við at oyðileggja internetið. Hvørja ferð ein sms-kapping ella ein slíka kapping er á skránni, har ein føroyingur luttekur, endar viðkomandi altíð á ovastu rók.

 

 

Soleiðis sigur ein danskari á Facebook, ið er troyttur av føroyingum, sum luttaka í kappingum í Danmark og vinna, av tí at næstan alt Føroyaland atkvøður fyri viðkomandi um netið ella sms-boðum.

 

 

Illi danskarin ger vart við sína ónøgd á Facebook síðuni hjá donsku undirhaldssendingini á P3, Monte Carlo. 

 

 

Heilt ítøkiligt snýr tað seg um eina kapping, har danskarin í løtuni kappast við føroyska Andrias Reinert Hansen um at sleppa hundasletutúrin Fjällräven Polar 2014, sum fer fram í apríl mánaði næsta ár. 

 

 

Í løtuni hevur 20 ára gamli Andrias Reinert Hansen fingið flestar atkvøður, og kann sostatt verða ein av teimum átta luttakarunum, sum sleppa túrin til Noregs. Enn ber til at atkvøða.

 

 

Till ber at lesa viðmerkingina frá danskaranum á Facebook síðuni hjá Monte Carlo, við at trýsta her

 

 

Fyri at atkvøða fyri Andriasi Reinert Hansen ber til at trýsta her