Føroyingar nógv ríkari enn danir og íslendingar

Vit hava alt, sum skal til, fyri at gera tær broytingar, sum eru neyðugar

Føroyingar framleiðir fyri 355.000 krónur um árið Tað upplýsti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjamrálum, tá ið hon legði fíggjarlógina fyri Løgtingið nú fyrrpartin.

 

- Tað er øgiliga nógv, samanborið við tey londini, vit samanbera okkum við, sigur hon.

 

 

Les eisini: Næstan 200 milliónir í halli næsta ár

 

 

Hon sigur, at sostatt er bruttotjóðarúrtøkan fyri hvønn føroying nógv hægri, enn bruttotjóðarúrtøkan fyri hvønn íslending, og tað er 10.000 krónur meiri enn bruttotjóðarúrtøkan fyri hvønn danskara.

 

- Sostatt hava vit øll virðini, sum krevjast fyri at fremja tær broytingar, sum krevjast, fyri at haldførið í búskapin og fyri at geva teimum við teimum lægru inntøkunum, ein lætta, sigur hon.

 

- Tað fyrsta, vit fara at leggja okkum eftir, er at venda gongdini hjá landskassanum og at venda hallið til eitt yvirskot.

 

Sostatt skulu vit bøta um raksturin, eitt nú við nýskipanum, men samstundis skulu tey lág- og miðalløntu hava skattalætta, fyri at virðið í landinum skal verða javnari býtt ímillum føroyingar, sigur Kristina Háfoss.

 

Men tað verður avgerandi, at tey átøk, vit seta í verk, skulu vera væl og virðiliga fíggjað, eisini ætlaði skattalættin, leggur hon afturat.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir av fundinum í morgin, tá ið fíggjarlógin varð løgd fram.