Føroyingar neyvan matligir barbarar

- Í tíni tægu er nógv, sum fer at gerast mentanararvur føroyinga, skrivar Pál Weihe um professaran, sum fyllir sjeyti hósdagin.

Hósdagin 30. apríl verður Jóan Pauli Joensen, professari, sjeyti ár, og í Sosialinum mikudagin skrivar Pál Weihe nøkur hugvekjandi orð um professaran, sum bæði er dámligur, fryntligur, hevur eitt opið sinn, er frílyntur og tolin.

 

- Jóan Pauli hevur lukkutíð fyri okkum valt at leggja sína arbeiðsorku í Føroyum, fyrst á Føroya Fornminnissavni og seinni sum professari á Fróðskaparsetri Føroya á Søgu-og Samfelagsdeildini og drúgt skeið eisini sum rektari setursins.

 

Pál Weihe vísir á, at tað hevði ikki staðið á hjá honum við hansara akademiska førningi at fingið professarastarv í einum av teimum stóru universitetsbýunum í norðanlondum.

 

- Her heima kennir almenningurin Jóan Paula frá hansara mongu bókum um føroyska siðsøgu. Ikki minst um lívið umborð á sluppunum, sum var hansara byrjanararbeiði. Bókin um føroyskar brúdleypssiðir skal eisini nevnast og bókin um grindina við.

 

Og Pál Weihe heldur fram:

 

- Nú á føðingardegnum kemur út hansara stóra og glasiliga verk um føroyska matmentan. Hetta hevur hann arbeitt miðvíst við nú í fleiri ár. Gott er tað, at hesin parturin av okkara mentan verður gjølla greinaður.

 

Pál Weihe skrivar, at hann um dagarnar las greinina hjá Panum um hansara ferð í Føroyum, tá meslingarnir gingu so herviliga  í 1846.

 

- Har er Panum ikki mjúkur í orðum um okkara matmentan, serliga tað ræsta. Vænti heilt víst, at hetta verkið, sum Jóan Pauli nú gevur út, verður eina virðilig avsannan av, at vit eru matligir barbarar.

 

Heilsanin hjá Pál Weihe til Jóan Paula Joensen skal lesast, tí hon er bæði væl skrivað og sigur nógv um professaran, ið gjørdist faðirleysur fyri fermingaraldur.

 

- Í tíni tægu er nógv, sum fer at gerast mentanararvur føroyinga, skrivar Pál Weihe um professaran, sum fyllir sjeyti hósdagin.

 

Tað er Norðlýsið sum eigur viðheftu mynd av Jóan Paula Joensen, professara.