- Tað kann fara at kosta upp ímóti eini heilari milliard at fáa netbankan aftur til Føroya.
Tað hava løgtingslimir fingið at vita frá bankunum. Og tinglimir vísa eisini á, at tað verður ein rokning, sum viðskiftafólkini hjá bankanum verða at gjalda.
Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Høgna Hoydal, tingmanni fyri Tjóðveldi, um at fáa løgtingið at samtykkja, at bankarnir skulu taka netbankan heim aftur til Føroya. Samstundis skulu allir talgildir upplýsingar um føroyingar, viðgerast og goymast í Føroyum.
Høgni Hoydal skjýtur upp, at bankarnir skulu fáa eina freist upp á trý ár at taka netbankan heimaftur, men stingur onkur serlig støða seg upp, skal tað bera til at leingja freistina.
Undir viðgerðini segði, Reimund Langaard, løgtingsmaðir fyri Sambandsflokkin, at bankarnir hava upplýst at tað kann fara at kosta upp ímóti eini heilari milliard at flyta netbankan aftur á føroyskar hendur. Samstundis kann tað fara at kosta nakrar hundrað milliónir meiri um árið at hava føroyskan netbanka og at umsita hann í Føroyum.
Yvirhøvur er semja á tingi um, at netbankin skal verða føroyskur, men bankarnir og fíggjarmálaráðið eru samd um at seta eina nevnd at kanna fíggjarligu avleiðingarnar av tí.
Les eisini: Rósa Høgna Hoydal til skýggja
Og bæði Reimund Langgard, og aðrir tinglimir, halda, at tey mugu vita, hvat tað kostar, áðrenn teir tvinga netbankan heim aftur.
- Vit mugu ikki taka avgerð í óðum verkum. Passar tað, at tað kostar hundraðtals milliónir, skulu vit sjálvandi ikki taka netbankan heim. Passar tað ikki, skulu vit sjálvandi gera tað, segði Reimund Langgaard.
- Eg haldi, at allir politisku flokkar, og alt Føroya fólk, vilja hava netbankarnar heimaftur, men avgerðin kann ikki takast í óðum verkum, sigur hann.
Men tað vóru eisini tinglimir, sum søgdu, at teir vilja hava netbankan heim aftur, sama hvat tað kostar.
Ein av teimum er Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin. Hann heldur, at tað er óneyðugt at kanna eftir, hvussu nógv tað fer at kosta at taka netbankan heim, tí eftir hansara tykki skal hann aftur á føroyskar hendur ”fyri einhvønn prís”.
- Vit lótu hann av landinum ”fyri einhvønn” prís. Men ta ferðina vórðu vit púra villleidd og tóku avgerð á heilt skeivum grundarlagi, sigur hann.
Eitt, sum varð ført fram, tá ið bankarnir fluttu netbankan av landinum, var, at tað fór at menna Elektron og fór at skapa nógv arbeiðspláss. Men gongdin hevur verið tann beint øvugta, staðfesta fleiri tinglimir.
Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri fólkaflokkin, sigur, at hann er slett ikki áhugaður í at vita, hvat tað kostar at taka netbankan, heimaftur.
- Tað fer neyvan at kosta meiri at fáa netbankan heimaftur, enn tað kostaði at flyta hann av landinum, heldur hann.
- Tað er bara at taka avgerðina um, at tær skulu aftur á føroyskar hendir, sigur hann.
Hann vísir á, at tað er at kalla eitt samt løgting, sum vil hava netbankan heimaftur, og ístaðin vil menna KT vinnuna í Føroyum. Tí heldur hann, at bankaleiðslurnar eiga at stinga fingurin í jørðina og lurta eftir politiska viljanum. Og tað ivast hann heldur ikki í, at tær fara at gera.
Høgni Hoydal sigur, at nú ein kanning skal gerast, eigur tað at fáa steðgandi virknað, so at bankarnir ikki sleppa at flyta fleiri skipanir av landinum ímeðan kanningin verður gjørd.
Bill Justinussen leggur eisini dent á, at kanningin má skipast soleiðis, at trygd fæst fyri, at vit kunnu hava álit á úrslitinum.










