Sambært Hagstovu Føroya liva føroyingar longri. Meðan ein nýføddur drongur í 1985 hevði ein væntaðan livialdur upp á 71,9 ár, so er væntaði livialdurin hjá einum dreingjabarni nú 79,3 ár. Fyri gentur er væntaði livialdurin hækkaður úr 78,8 árum til 83,4 ár.
Tølini frá Hagstovu Føroya vísa eisini, at føroyingar doyggja fyrst og fremst av hjarta- og æðrasjúkum og krabbamein. Men gongdin hjá hesum deyðsorsøkunum er øvug. Talið av fólki, ið doyggja av hjarta- og æðrasjúkum er nógv minkað seinastu árini. Seinastu 25 árini er talið av teimum, ið doyggja av hjarta- og æðrasjúkum nærum farið í helvt. Tó so, enn standa hjarta- og æðrasjúkur fyri 30% av deyðsføllunum hjá monnum og 26% av deyðsføllunum hjá kvinnum (samanborið við ávikavist 52% og 53% í 1983/1984).
Alsamt fleiri doyggja tó av krabbameini. Av teimum, sum doyðu í 2011/2012, sum nýggjastu tølini eru frá, doyðu 31% av monnunum og 26% av kvinnunum av krabbameini, samanborið við 22% og 23% í 1983/1984. Tó skal viðmerkjast, at talið av konufólkum, ið doyggja av krabbameini, ikki er voksið nevnisvert síðani aldarskiftið.
Tølini frá Hagstovuni vísa eisini, at tað eru nógv færri, ið doyggja av vanlukkum nú, enn fyri 30 árum síðani, men at lutfalsliga fleiri doyggja av sjúkum í andaleiðini (so sum KOLS) og í nervalagnum (so sum demens og sklerosu, eisini nevnd ALS). Alt í alt vísir tað seg, at tað er munandi størri spjaðing í deyðsorsøkunum nú, enn fyri 30 árum síðani.
Hagstovan viðmerkir at enda, at hesi tølini vísa einans, hvussu nógv doyggja av ávísum sjúkum.
- Tey siga einki um, hvussu nógv verða sjúk men blíva lekt, sum t.d. viðvíkjandi krabbameini, har tað er ein veksandi partur av teimum, sum fáa sjúkuna, ið blíva lekt.
Kelda: hagstovan.fo