Tað verður tann 8. februar, at stóra spælistaðið Loppen á Christiania enn einaferð verður karmur um ein føroyska konsert.
Tríggir aktuellir og spennandi føroyskir bólkar fara á pallin, umframt at vælumtókti DJ Übernörd, Knút Háberg Eysturstein, fer at diska.
Bólkarnir eru Sakaris við Sakaris Emil Joensen, LoverLover við Filip Mortensen og Petur Háberg og so Steso hjá Hergeir Staksberg.
Konsertin á Christiania er bert ein av mongum konsertum við føroyskum bólkum á Christiania seinastu tíðina, har bæði Loppen, Operaen og Børneteatret hava lagt pall til.
Langt, langt úti, sum konsertin rópast, verður á Loppen tann 8. februar.
Meiri um tiltakið sæst HER.