- At fara um mørk er ein partur av føroysku mentanini, og tí kann tað vera torført at viðgera føroyingar, sum hava verið fyri seksuellum ágangi.
Soleiðis staðfesti fyrrverandi leiðandi sálarfrøðingurin í Esbjerg, vísa skjøl, sum nú eru komin fram.
Í sambandi við málið um føroysku kvinnuna, sum ákærir pápa sín fyri at misnýta seg kynsliga, hevur Ekstra Blaðið fingið hendur á skjølum, sum vísa, at Ib Svennhild, sum var leiðandi sálarfrøðingur í Esbjerg, í 2000 noktaði at viðgera eina føroyska kvinnu, sum hevði verið fyri kynsligari misnýtslu.
Ekstra Blaðið siterar soleiðis úr skjølunum, sum Ib Svennhild hevur skrivað: »Við støði í okkara royndum við viðgerð av bæði føroyingum og incestoffrum hava vit á fundi avgjørt ikki at bjóða hesum sjúklinginum viðgerð«, verður millum annað sagt í skjølunum.
Í dag umber sálarfrøðingurin seg.
- Vit síggja ofta, at ávísir trupulleikar koma í senn. Knappliga koma kanska sjey í senn við etingarólagið, og einaferð var tað ein, sum greiddi frá um tey smáu, avbyrgdu samfeløgini í Føroyum, har »man noyðist at fara í song við familjuni, tí tað ikki ordiliga er nakar annar«.
Eftir at hava fingið harðar atfinningar um grovu føroysku generaliseringarnar, tekur sálarfrøðingurin nú í egnan barm.
- Føroyingar eru ikki grundleggjandi øðrvísi enn onnur, sigur hann og viðgongur, at tað truplasta fyri pædofilioffur er at stíga fram við síni søgu. Øll eiga at fáa viðgerð, sigur sálarfrøðingurin nú, hóast hann fyri 13 árum síðani noktaði eini føroyskari kvinnu viðgerð, tí hon var føroysk.
í dag sigur sálarfrøðingurin við Ekstra Blaðið, at hann ikki hevði avvíst einum sálarligum sjúklingi við teirri grundgeving, at viðkomandi er føroyingur.
Spurningurin er so, um tað munnu vera fleiri føroyingar, sum ikki hava fingið neyðuga viðgerð við hesi grundgevingini.