Føroyingar knústu Hetland

OYL 15: Føroyingar vunnu knúsandi stórsigur í seinasta dystinum í liðkapping móti Hetlandi í dag, men tað rakk tó ikki til víðari luttøku

Føroyska landsliðið í badminton spældi í dag seinasta dystin í liðkappingini á oyggjaleikunum.

 

Dysturin var ímóti Hetlandi, og hjá føroysku leikarunum var eingin slingur í valsinum. Føroyar vunnu ein knúsandi 7-0 sigur.

 

Greiði sigurin er tó ikki nóg mikið fyri víðari luttøku, tí Føroyar endar sum nummar 3 í bólki A. Badminton landsliðið hevur vunnið tveir dystir í liðkappingini, og tapt tveir dystir. Sigrarnir eru komnir móti Minorca og Hetlandi, meðan ósigrarnir eru komnir móti Grønlandi og Guernsey.

 

Sett úrslitini í dystinum móti Hetlandi í dag vóru hesi:

 

Men’s singles 1: Pætur Albinus – Daniel Mainland 3-0 (11-5, 11-7, 11-7)

Men’s singles 2: Hanus Sørensen – Scott Smith 3-0 (11-6, 11-4, 11-7)

Men’s singles 3: Pætur Albinus – Scott Smith 3-0 (11-6, 11-4, 11-7)

Men’s singles 4: Hanus Sørensen – Daniel Mainland 3-1 (13-11, 11-9, 10-12, 11-3)

Ladies’ singles Anna Mikkjalsdóttir – June Porter 3-0 (11-9, 11-4, 11-0)

Double hjá damum: Føroyingar vunnu uttan dyst

Blandaði double: Anna Mikkjalsdóttir & Hanus Sørensen – Daniel Mainland & June Porter 3-1 (11-5, 11-9, 8-11, 11-4)