Føroyingar klára tað ikki einsamallir

Vit mugu samstarva við onnur lond um bjargingararbeiði

- Vit hava ein stóran trupulleika.

Tað staðfesti Hendrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, á landsfundi hjá flokkinum í kvøld.

Og trupulleikin, hann hugsar um, er at hava nóg góða útgerð til til taks bjargingararbeiði, tá ið neyðstøður taka seg upp.

 

Hendrik Old vísir á, at sum er, hava føroyingar tvær smáar tyrlur, ið ikki so frægt sum røkka út á okkara 200 fjórðinga fiskimark. Tí er neyðugt at vit útvega okkum størri tyrlur, sum røkka longri.

 

Men hann staðfesti samstundis, at skulu vit hava eina fullgóða tilbúgving, verður talan er um eina íløgu upp á fleiri hundrað milliónir krónur.

 

- Eg eri sannførdur um, at føroyingar verða noyddir at tosa við hini norðurlondini um samstarv um eina tilbúgving á hesum øki, tí havøkið, vit hava ábyrgdina av, er ov stórt til at vit, sløk 50.000 fólk í Føroyum, makta uppgávuna einsamøll.

 

Á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í kvøld, er íslendski altingslimurin, Helgi Hjørvar, gestarøðari, og Hendrik Old spurdi hann um hann heldur, at talan kann verða um eitt norðurlendskt samstarv á økinum.

 

Hann vísir samstundis á, at tað eru skip úr nógvum londum, sum sigla ígjøgnum okkara sjóøki.

 

Íslendski altingsmaðurin gevur føroyska løgtingsmanninum rætt og ásannar at avbjóðingin er øgiliga stór. Og uppgávan verður alsamt størri, so hvørt sum ísurin víkur og siglingarleiðinar víðkast og ferðslan alsamt økist.

 

- Tí økist vandin alsamt fyri álvarligum vanlukkum, eisini umhvørvisvanlukkum.

 

Helgi Hjørvar sigur, at tað er ein uppgáva, onki land megnar einsamalt og tí verður neyðugt at skipa eitt samstarv ímillum londini við Norðuratlantshav og Arktis.

 

Hann sigur, at nøkur lond hava avtalu um leiting og bjarging. Men ongin avtala er um, hvussu íløgur í nýggja útgerð skal býtast ímillum londini, tí meiri ferðsla, krevur eisini betri útgerð, sigur Helgi Hjørvar.