Føroyingar ikki so bjartskygdir longur

- Vænta at arbeiðsloysið fer at hækka næsta ár

Føroysk húsarhald eru ikki so bjartskygd longur, sum tey hava verið.

 

Tað vísir nýggjasta vísitalið.

Vísitalið er úrslitið av spurnakanningum til brúkarar og fýra vinnubólkar, og tað vísir, hvat tey halda um støðuna beint nú, hvussu tey halda, at gondin hevur verið seinastu tólv mánaðirnar og hvussu tey halda, at útlitini eru fyri teir næstu tólv mánaðirnar

 

Verður hugt eftir miðal vísitalinum síðani 2006, eru føroysk húsarhald ikki heilt so bjartskygd um útlitini fyri føroyska búskapin, sum tey hava verið hesi bæði seinastu árini.

 

Millum annað eru tað nú lutfalsliga fleiri húsarhald, sum meta, at arbeiðsloysið verður størri um eitt ár, enn tey mettu fyri bara einum hálvum ári síðan.

 

Hagstovan sigur, at annars vísir yvirskipaða vísitalið eina minking frá 23 til 20 síðan juni í fjør, og sostatt er støðið tætt við miðal, sum hevur verið 17 stig síðani í januar 2006.

 

Í tíðarskeiðinum undir fíggjarkreppuni fall vísitalið munandi, men vaks síðan nærum áhaldandi til á sumri 2014, tá vísitalið aftur var í hæddina, men hevur í seinastu trimum kanningunum ligið tætt við miðaltalið.

 

Afturímóti seinast kanningin frá juni í fjør, eru brúkaravísitalið og vísitalið fyri tilfeingisvinnur lækkað hesa ferð, men vísitølini fyri byggi-, handils- og tænastuvinnur eru hækkað.

 

Í teimum seinastu fimm kanningunum hevur tann stóri vinnubólkurin, sum eru tilfeingisvinnur og annar ídnaður, víst seg at at vera alsamt minni bjartskygdur um útlitini fyri hetta næsta árið. Eitt nú eru marknaðarviðurskifti uttanlands, versnandi og sama gongdin vísir seg í metingum um prísgongdina komandi árið.

 

Virksemið í byggivinnuni er í hæddini, og vinnan metir framvegis at útlitini eru nøkulunda sum tey vóru í seinastu kanningini frá juni í fjør. Tá segði byggivinnan, at í miðal hava tey tryggjað sær arbeiði í níggju mánaðir og at tørvirin á arbeiðsmegi fór at vera nøkunlunda tann sami í 2015 sum undanfarna ári.

Tó halda tey, at trot á arbeiðsmegi avmarkar byggivinnuna.

 

Hinvegin letur handilsvinnan væl betri at søluni í hesari kanningini, enn í undanfarnu kanningum,, men samstundis síggja er bjartskygni ikki heilt so gott fyri hetta næsta árið, umframt at tørvurin á arbeiðsmegi verður mettur at verða minni.

 

Hinvegin metir tænastuvinnan, at útlit eru betri, umframt at tey meta, at arbeiðstørvurin fer at verða størri hetta næsta árið.