Í hesum døgum eru 8 ítróttarfólk í Antwerpen, Belgia og kappast í Special Olympics European Summer Games.
Ferðalagið fór úr Føroyum fríggjadagin, og komu fram til Olympic Village fríggjakvøldið.
Føroysku luttakararnir eru svimjararnir Durita, Eivindur og Eyđ, borđtennisleikararnir Unn og Ísak og frælsu ítróttarfólkini Rannvá, Meiken og Tórđur.
Leikirnir vóru settir í Brússel leygardagin.
Føroyski landsstýrismaðurin í mentamálum, Løgmaður, sendikvinnan og umboð fyri sendistovuna í Brússel luttóku í setanini, sum var ein heiðran av ítrótti og inklusión.
Youtube klipp frá setanini sæst á omanfyri, og føroyska ferðalagið kemur inn, tá umleið 3 minutir eru farnir.
Sunnudagin vóru undanumførini, og vóru Landsstýrismaðurin og sendikvinnan runt og hugdu eftir ymisku ítróttargreinunum.
Fyrsti dagurin gekk avbera væl, og vóru tað vælnøgd ítróttarfólk ið komu móð og troytt heimaftur sunnudag seinnapart.
Í dag skulu øll ítróttarfólkini í gongd aftur, og verður onkur svimjifinala longu í dag.
ÍSB kunnar á facebook-síðuni https://www.facebook.com/itrottasambandfyribrekad?ref=hl um úrslit, og ÍSB fer at royna at leggja brot út frá ymisku kappingunum.
Koyr á Føroyar :)










