Føroyingar í málleysum javnleiki

Tríggir føroyingar vóru á vøllinum, tá ið Vendsyssel FF og Vejle dystaðust í dag.

Í dag dystaðust Vendsyssel FF og Vejle í næstbestu donsku deildini, og tað vóru heili fýra føroyingar við í hópunum hjá teimum báðum liðunum. Hallur Hansson byrjaði á vøllinum hjá Vendsyssel FF, meðan Jóan Símun Edmundsson og Viljormur Davidsen byrjaðu hjá Vejle. Triði føroyingurin í Vejle, Sonni Ragnar Nattestad, slapp eiheldur hesaferð á vøllin.


Talan var um ein heldur linligan dyst á einum vánaligum vølli í Hjørring, har liðini høvdu ilt við at fáa spælið á glið. Hallur Hansson stríddist væl á miðvøllinum hjá Vendsyssel FF og varð útskiftur í 85. minutti. Jóan Símun Edmundsson og Viljormur Davidsen spældu allan dystin hjá Vejle, sum fyri tað mesta var við undirlutan.


Tað vóru ikki teir nógvu málmøguleikarnir, og dysturin endaði eisini við 0-0-javnleiki. Hetta var 10. dysturin á rað hjá Vendsyssel FF uttan ein sigur. Teir hava á fjórða plássi seks stig upp til uppflytingarplássið og AGF, sum tó hevur spælt ein dyst færri. Vejle er á 9. plássi við 29 stigum, níggju stig røttu meðin niðurflytingarstrikuna.


Fyrra hálvfinalan í donsku steypakappingini ímillum FCK og Esbjerg hevur eisini verið í kvøld. Dysturin endaði við 1-1 javnleiki í Telia Parken, sum má sigast at vera eitt gott útgangsstøði hjá Esbjerg til seinnu hálvfinaluna. Brandur H. Olsen sat á beinkinum allan dystin.