Føroyingar í Esbjerg halda Ólavsøku

Tað verður beinleiðis samband við Føroyar á stórskíggja

Ólavsøkan stendur fyri durum og tað fara eisini føroyingar í Esbjerg at hátíðarhalda.

Ólavsøkan verður í húsinum og har verður bæði ólavsøkusetan í Havn, og kappróðurin, víst beinleiðis á stórskíggja.

 

Annars verður bæði kórsangur, felagssangur og Hildigerð Støttrup fer at hava málningaframsýning.