Føroyingar í Danmark rógva kapp í dag

Sjey róðrar vera í kappingini á stevnuni í Hvidovre Havn

Í dag skipar róðrarfelagið, Knørrur, fyri kappróðrarstevnu í Hvidovre Havn.

Hetta er fjórða stevnan í ár, tí higartil hava tríggjar stevnur verið, Í ár hava longu tríggjar stevnur verið, nevnilia í Odense, Nordhavn og Ishøj.

 

Stevnan verður sett klokkan 14.30 í dag, tá ið Birgit Christensen, forkvinna í felagnum, heldur røðu og síðani verður kappróður, har Heini Davidsen er frásøgumaður.

 

Tá kappróðurin er av og heiðursmerkini handað, fer Hanus G. Johansen á pallin at spæla nakrar av sínum eyðkendu sangum og seinni fer Jens Marni Hansen at spæla í dansinum.


 

Tað vera sjey róðrar. Starturin er eitt sindur norðanfyri Kalveboden og málið er beint eftir innsiglingina til havnina í Hvidovre.

 

Bátarnir rógva í hesi raðfylgju:

 

Kvinnur 

Smyril, RFK Tvørabáturin, 11 stig

Knørrur, RK Knørrur, 7 stig

 

Veteraner, Menn

Smyril, RFK Tvørabáturin, 7 stig

Firvaldur, RK Neystið, 7 stig

 

Gentur:

Fípan Fagra, RF Sleipnir, 9 stig

Knørrur, RK Knørrur, 12 stig

Kjølur, RK, Knørrur, 5 stig

Smyril, hjá felagnum, RFK Tvørabáturin, sum annars hevur 2 stig, hevur givið avboð.

 

Menn

Firvaldur, RK Neystið, 12 stig

Smyril, RFK Tvørabáturin, 0 stig

Knørrur, RK Knørrur, 9 stig

Smyril rør við undantaksloyvi og fær ikki stig í hesi kappingini

 

Veteraner, Kvinnur

Fípan Fagra, RF Sleipnir, 0 stig

Kjølur, RK Knørrur, 12 stig

Sóljan, FFV Sóljan, 6 stig

Hetta er fyrstu ferð, Fípan Fagra er við í hesi kappingini.

 

Dreingir

Smyril, RFK Tvørabáturin, 3 stig

Knørrur, RK Knørrur, 12 stig

Firvaldur, RK Neystið, 8 stig

Fipan Fagra, RF Sleipner, sum annars hevur 2 stig, hevur givið avboð til hendan róðurin. Samstundis er hetta fyrstu ferð, Firvaldur er við í hesi kappingini.

 

 

At enda verður róð í opnari kapping, har tilmelding ikki er neyðug og har allir bátar kunnu vera við. Fyrireikararnir siga, at serliga eru nýbyrjaðir vælkomnir at royna seg.