Ólavsøkan er okkara tjóðarhátíð og tað fer eisini at merkjast í Keypmannahavn.
Har fara tey at halda ólavsøku í Føroyahúsinum og lagt verður til brots leygarkvøldið tá ið Hanus G. Johansen fer at hava konsert.
Sunnudagin Ólavsøkuaftan, er ólavsøkugudstænastan í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, har Bergur Jacobsen, prestur, prædikar og Hans Petur í Brekkunum spælir saxofon.
Í sjálvum Føroyahúsinum hevur Arnold Vegghamar málningaframsýning og klokkan 15 fer Bo Sandberg at seta ólavsøkuna.
Annars verður føroyskur dansur og tey fara at fylgja kappróðrinum á stórskýggja.
Um kvøldið fer Stanley Samuelsen at syngja og spæla og annars er felagssangur har Guðrun Sólja syngur fyri, og mangt og hvat til børnini eisini á skránni.
Við sær á vegnum fáa tey eisini eina serliga ólavsøkuheilsan frá Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, umvegis stórskýggja.
Myndin er av Hanus G. sum verður ein forvitnisligur partur av føroysku ólavsøkuni í Keypmannahavn