Fylgjurnar av verandi fiskivinnuskipan eru millum annað, at føroyingar fara at hvørva úr fiskivinnuni. Tað eru bara útlendingar, sum hava ráð til at keypa skipini við veiðirættindum í uppsjóvarvinnuni, sigur Kári Petersen búskaparfrøðingur.
- Skalt tú keypa eitt skip í dag, keypir tú eisni veiðiloyvi fyri fleiri ár. Tað merkir, at tað er sera ringt hjá teimum ungu at koma inn, tí tað snýr seg um so nógvar pengar.
Um tú ístaðin keypti skipið fyri seg, og so veiðiloyvir fyri eitt ár at gangin, vóru nógv betur møguleikar hjá nýggjum at koma inn í vinnuna, eins og smærri feløg høvdu haft betur møguleika, sigur Kári Petersen.
Skipini í uppsjóvarflotanum í dag eru mett at vera 1.210 milliónir krónur verd í sær sjálvum. Við veiðurættindum eru skipini mett at vera 6-7 milliardir krónur verd.
Hesar upphæddir hava føroyingar ikki ráð til at keypa skip fyri, tí nýta útlendingar ofta føroyskar strámenn. Somuleiðis finnast konstruktiónir, har tú hevur eitt felag við sera lítlum eginpeningi, og restin er lán.
Hetta kemur av, at útlendingar bert kunnu eiga 30 procent av felagnum, um felagið skal hava føroysk fiskiloyvi.
Sostatt verða alt fleiri dømi um, at útlendingar eiga ein part av einum føroyskum felagið og veita fígging til skipakeypini.
Mett virði av skipunum í pelagiska flotanum við og uttan veiðuloyvi
Navn | Mió |
---|---|
Tróndur í Gøtu (Varðin, Gøta) | 225 |
Finnur Fríði (Varðin, Gøta) | 150 |
Jupiter (Varðin, Gøta) | 75 |
Tummas T (Varðin, Gøta) | 75 |
Saksaberg (Varðin, Gøta) | 20 |
Norðborg (Palli hjá Mariannu, Klaksvík) | 275 |
Christian í Grótinum (Palli hjá Mariannu, Klaksvík) | 150 |
Fagraberg (Framherji, Fuglafjørður) | 100 |
Næraberg (JFK, Klaksvík) | 40 |
Slættaberg (JFK, Klaksvík) | 60 |
Atlantsfarið (Northwest Pelagic, Miðvágur) | 40 |
Tilsamans | 1.210 |
Virðið á veiðuloyvum í alt | 5-6.000 |
Virðið í alt á skipum við veiðiloyvi | 6-7.000 |