Nú kemur okkara besti svimjari, Pál Joensen, aftur til Føroya eftir at hava verið í EM í svimjing í Berlin. Við sær hevur hann einki minni enn tvey silvurheiðursmerki og í tí sambani verður skipað fyri móttøku fyri honum, bæði í Havn og í Vági.
Báðar móttøkurnar verða mikudagin. Fyrst verður móttøka á Baresso í SMS klokkan 11, har Svimjisambandið skipar fyri. Síðan verður farið til Suðuroyar við Smyrli klokkan 13, har Vágs Kommuna skipar fyri móttøku í VB-húsinum klokkan 16.30. Eisini verður vitjað í nýggja langhylinum, sum er í gerð í Oyrunum í Vági. Móttøkurnar eru almennar, sigur Svimjisambandið. Men steðgurin hjá Páli í Føroyum verður stuttur, tí hann fer av landinum aftur longu dagin eftir, hósdagin. Og fríggjadagin, tá ið føroyska stevnan, MíttLand, er á Amager, verður eisini skipað fyri heiðurstiltaki fyri Páli Joensen. Svimjisambandið sigur, at fyrstu avbjóðingingarnar hjá Páli Joensen, eru at venja fram ímóti HM á stuttgeil í Dubai í desember, og HM á langgeil í Kazan í august 2015.
|










