Nú Heindrikkur, prinsur, fyllir 80, hava Posta í Føroyum í Danmark og í Grønlandi gjørt av at heiðra føðingardagsbarnið við einum nýggjum, felags frímerki. Heindrikur prinsur varð borin í heim tann 11. juni 1934 í Talence, Gironde í Fraklandi.
- Heindrikur prinsur er vællisin maður og er magistari í fronskum bókmentum og eysturlendskum málum, sigur Posta. Hann starvaðist á sendistovuni í London, tá hann hitti donsku krúnprinsessuna Margretu. Tá ið Heindrikur giftist Margretu tann 10. juni 1967 fekk hann heitið: Hansara hátign, Heindrikur prinsur av Danmark. - Ongin ivi man vera um at diplomatiska bakgrundin hjá Heindriki prinsi og holli kunnleikin um altjóða viðurskifti, hava havt stóran týdning fyri danska kongshúsið, sigur Posta. Nútímans danska kongsveldið hevur rættiliga stóra altjóða helling og hetta man í stóran mun verða Heindriki prinsi at takka. Áhugin hjá Heindriki prinsi fyri bókmentum, máli og matkynstri hevur víst seg í fleiri bókaútgávum, bæði av egnum verkum og umsetingum úr fronskum bókmentum. Posta sigur, at akkurat sum brøðratjóðir okkara í ríkisfelagsskapinum, Danmark og Grønland, hava eisini vit føroyingar fingið okkara burturúr hansara leikluti og støðu í kongshúsinum, og vit virðismeta hansara fryntliga lyndi tá drotningarhjúnini vitja. Tí er Posta við at heiðra prinsin, nú hann fyllir runt.
|










