Føroyingar hava nú skotið 6.500 harur

Í ár eru fleiri hundrað fleiri harur skotnar enn í fjør

Higartil í ár eru 6.498 harur skotnar í Føroyum.

Tað vísir ein uppgerð, Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, gjørdi í gjár, tá ið tað bara vóru triggir dagar eftir, har tað er loyvt at skjóta haru.

Hann skrásetur haruveiðuna í Føroyum og hann sigur, at tilsamans hava føroyskir skjúttar verið 665 ferðir í haganum og skotið haru, síðani harutíðin byrjaði 2. november.

Úrslitið er sostatt, at higartil í ár, eru 787 harur fleiri skotnar enn sama dag í fjør, tá ið 5.711 harur vóru skotnar tann 27. desember.

 

 Í jólavikuni vórðu 737 harur skotnar á 94 túrum. Eitt nú vórðu 235 harur skotnar tollaksmessudag og 343 harur vórðu skotnar triðja jóladag.

 

Tað eru framvegis vestmenningar, sum eru raskasti at skjóta harur. Vestmenningar hava higartil skotið 881 harur á 54 túrum. Teimum á baki koma miðvingar við 484 harum á 56 túrum og so sandavágsmenn við 394 harum á 51 túrum.