Føroyingar handan “Kanske”

Í morgin verður lansering av Kanske urum, sum tveir føroyingar standa aftanfyri.

Í eitt ár hevur verið arbeitt við at gera dreym til veruleika hjá Dann Thorleifsson og Arna Leivsgarð, sum eru menninir handan Kanske.

- Vit hava báðir stóran áhugað fyri urum, og vit hava leingi havt hug til at gjørt okkara egna. Vit mettu eisini, at tað er nakað, vit kunnu framleiða í góðari góðsku, sigur Dann Thorleifsson.

Heimasíðan er fingin í lag, og í morgin koma urini úr Týsklandi til Danmarkar. Tað hevur verið møguligt at keypt ur á heimasíðuni í eitt sindur av tíð, hóast almenna lanseringin er í morgin.

Arne Leivsgarð hevur sniðgivið urið, sum er eitt klassiskt ur við einum tvisti.

- Sniðið er minimalistiskt og stílreint, kombinerað við eitt klassiskt ur. Litirnir eru fyri at fáa tað at víkja eitt sindur meira frá tí klassiska.

Kanske hevur ur til bæði kvinnur og menn. Málbólkurin er ein klassiskur málbólkur, millum 18-38 ára aldur.

- Í næsta umfari verður eitt sindur meira fokus á kvinnurnar, við meira litum. Tó fara vit at halda stílin, sum vit hava nú.

Orsøkin til, at eitt heilt ár er farið áðrenn urið varð til er, at fokus hevur verið á at finna rætta framleiðaran til júst tað rætta sniðið.

- Vit hava hugt at eini 6-8 framleiðarunum, sum ikki kundu gera júst tað, vit vildu hava. Vit hava ikki viljað tillaga okkum við sniðinum, men hava verið ógvuliga tilvitaðir um júst tað, vit vilija hava. Men nú hava vit so funnið rætta framleiðaran, kann gera júst tað, sum vit ætlaðu at útgeva, sigur Dann Thorleifsson.

Ein investorur hevur fíggjað helvtina av framleiðsluni meðan Dann Thorleifsson og Arne Leivsgarð hava staðið fyri hinari helvtini. Urini eru úr høgari góðsku og tískil ikki heilt bílig at framleiða.

Kanske

Urmerkið ber heitið “Kanske”, sum vísir til tíð, og so er tað eisini eitt norðurlendskt orð.

- Tað hevur nakað við tíðina at gera, “kanska, kanska ikki”. Tankarnir handan heitið viðvíkja tíð og klokkuni. Og so er tað eitt norðurlendskt orð, sigur Arne Leivsgarð, sniðgevi.

Í Føroyum, Norra og Svøríki er “kanske” enn ein partur av málinum, og tað hevur verið tað í Danmark.

Norðurlendska heitið ger, at tað kann seljast í øllum Skandinavia, og hetta er eisini ætlanin.

- Vit mettu, at tað hevði verið ov lítið, um vit einans fokuseraðu á føroyska marknaðin, tí valdu vit eisini at koyra urini út í Skandinavia, sigur Dann Thorleifsson.


2015

Heimasíðan hjá Kanske er komin upp at standa, og enn verður arbeitt miðvíst við at útvikla hana. Stóra lanseringin verður í januar, tá Kanske fer at vera meira sjónligt í miðlunum.

- Vit hava tosað við nakrar handilsmenn, sum hava vent sær til okkara, men enn bíða vit eitt sindur við at fara út við urunum. Vit leggja marknaðarføringina eftir 2015, so tann ordiliga marknaðarføringin byrjar í januar, og man kann siga, at í februar verður tað ordiliga spennandi.