Samstundis sum festivalar í Føroyum útseta og avlýsa, boðar Føroya Festivalurin frá, at tey fara at halda festival í Danmark í september.
Føroya Festivalurin verður hildin fríggjadagin 3. september og leygardagin 4. september á Tobakken í Esbjerg.
Hesir tónleikarar fara at spæla á Føroya Festivalinum:
Sámal Ravnsfjall
Marner á Lofti viđ Jessiku Hallursdóttir
Evi Tausen
Herborg Torkilsdóttir
Halleluja Sofus
Uni Debes
Danny og Ingi
Tinganest
Hamradun
Signar í Homrum
HitMen
Rock Show: Edmund, Jens Marni og Karl Martin
Atgongumerki til Føroya Festivalin kunnu keypast á heimasíðuni billet.dk