Føroyingar halda, at tað sær ikki so galið út

Vónirnar um hesa næstu tíðina, eru ikki verri enn tær hava veriútVónirnar um hesa næstu tíðina, eru ikki verri enn tær hava verið

Føroyingar halda ikki, at framtíðin sær so galin út.

Tað vísir nýggja brúkara-vísitalið, sum Hagstovan hevur gjørt upp.

Hetta er eitt tal, sum gevur eina ábending um, hvørja meting, føroysk húski hava um síni egnu fíggjarligu viðurskifti, og um búskapin í síni heild, bæði í løtuni og næstu framtíð.

Sum tað sæst á talvuni, er talið hækkað støðugt hesi seinastu árini, úr -29 stigum í juni 2008 til 12 stig í juni 2015. Men hesar sístðu tríggjar mánirnar, hevur tað ligið so nøkunlunda á sama stigi.

 

Við einum ávísum varsemi kann sigast, at føroyingurin hevur nøkulunda somu vónir til síni egnu fíggjarligu viðurskifti, sum hann hevði fyri einum hálvum árið síðani.

 

Men nú eru tað heldur fleiri, sum vænta, at um eitt ár verður arbeiðsloysið enn minni, enn tað er í dag. Og harumframt eru tað fleiri nú, sum vænta, at tey fara at hava meiri pening til uppsparing hetta næsta árið.