Tað var ein týðiliga rørdur Pál Joensen, ið takkaði fyri heiðurin, hon varð sýndur á móttøkuni í SMS í morgun.
- Tá ein setir sær høg mál, er ómetaliga langt at falla, tá ein ikki røkkur málunum, segði Pál Joensen millum annað. Hann ásannaði, at tað er hann sjálvur, ið setur sær tey størstu málini, men at hann tí eisini líðir mest, tá hann ikki nær teimum.
- Eg vil tó takka familjuni og damuni fyri tann ómetaliga stuðul, tey hava veitt mær. Eisini vil eg takka føroyska fólkinum, sum hava hálað meg upp aftur, tá eg havi ligið niðri, segði Pál.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í menta- og ítróttamálum, og Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF, bóru fram heilsanir, áðrenn høvuðsnavnið at enda segði nøkur orð.
Bjørn Kalsø nýtti høvi at tosa um stóru avrikini hjá Páli Joensen, og ta umrøðu hann, skapar Føroyum uttanlands. Eisini nevndi hann, at hann vónaði at Pál Joensen skjótt kundi kappast undir føroyskum flaggi í OL, við tað at landsstýrið enn roynir, at vinna sær limaskap í altjóða olympiska felagsskapinum, IOC.
Petur Elias Petersen metti avrik Páls at vera størstu ítróttaravrik í føroyskari søgu, men vónaði, at Pál sjálvur fór at skjótt fór at standa fyri enn størri avrikum.
Pál Joensen fer suður til Vágs við Smyrli klokkan 13, og móttøka verður í VB-húsinum klokkan 16.30.