Árna Fjallstein og David Arge Galán luttóku í dag í bodybuilding-kapping í enska býnum Leamington Spa í Warwickshire. Úrslitið hjá føroyingunum báðum varð, at Árna bleiv nummar trý í sínum bólki, meðan David bleiv nummar tvey.
Tey bæði eru sera glað fyri endaliga úrslitið, tí støðið var høgt í Onglandi. Nógvir luttakarar, sum føroyingarnir kappaðust ímóti. vóru yrkisfólk.
Kappingin, sum ber heitið ”Mens and Womens International Bodybuilding Championships”, er altjóða kapping fyri professionellar íðkarar, har tey bestu ikki-professionellu eisini kunnu sleppa við, um tey verða beinleiðis boðin.
Hesa innbjóðing fingu Árna Fjallstein og David Arge Galán, tá tey luttóku í kappingini Natural Power Fitness í Danmark í juni í ár í sambandi við, at tey høvdu vunnið Atletic Fitness 2014 í Føroyum.