Føroyingar gera færri børn

Talið av føddum børnum var lægri í 2015 enn 2014.

Føroyingar gjørdu færri børn í 2015 enn árið áðrenn. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landssjúkrahúsinum.


Sambært Landssjúkrahúsinum vórðu 613 borin í heim í Føroyum í fjør. Nógv tey flestu teirra, 599 børn, vórðu fødd á Landssjúkrahúsinum, meðan restin, 14 børn, vórðu borin í heim á Suðuroyar Sjúkrahúsi.


Tølini eru eitt vet lægri enn í 2014, tá 652 børn vórðu fødd í Føroyum. 623 teirra vórðu borin í heim á Landssjúkrahúsinum, meðan 29 børn vórðu fødd á Suðuroyar Sjúkrahúsi.