Føroyingar fingu 15 altjóða virðislønir

Hetta vísir, at vit eru í heimsflokki, sigur stjórin


Tryggingarfelagið Føroyar hevur fingið ikki færri enn 15 altjóða virðislønir hesar seinastu tíðina.

Virðislønirnar vórðu lætnar á ráðstevnu í New Orleans í USA fyri stuttum og tryggingin fekk virðislønirnar fyri marknaðarføringina hjá felagnum.

Talan er um 3 gull, 10 silvur og 2 bronsur, sigur tryggingin á heimasíðuni

 

Gullvirðislønirnar hjá vórðu latnar fyri bestu sjónvarpslýsingina fyri føroysku pensjónsnýskipanina, fyri lýsingina, Áðrenn tú hevur vent tær, er framtíðin her.

Tey fingu eisini gull fyri stuttfilmarnar um Trygva & Flossa stuttfilmarnar, og at enda vunnu Tryggingin og Ráðið fyri Ferðslutrygd gull fyri besta snið fyri endurskinsvestarnar, sum Guðrun & Guðrun hava sniðgivið.

Tað helt dómsnevndin vera eitt framúr gott hugskot til frama fyri trygdina.

 

Tað er felagsskapurin, Insurance and Financial Communicators Association, IFCA, sum letur virðislønirnar. Tað er ein 81 ára gamal altjóða felagsskapur fyri fólk, sum arbeiða við marknaðarføring í tryggingar- og fíggjarvinnuni.

 

Kappast verður í 60 ymiskum greinum innan samskifti, marknaðarføring, lýsingar, snið o.s.fr.

Tryggingin sigur, at tilsamans vóru meiri enn 600 uppskot um frá altjóða tryggingar- og fíggjarfyritøkum so sum Allianz, AIG, Allstate, GE, MetLife, og New York Life.

Hetta var fyrstu ferð, Tryggingarfelagið Føroyar var við í kappingini og tað iðra tey seg neyvan um, tí tey komu heimaftur við ikki færri 15 virðislønum.

 

Regin Hammer, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum sigur við heimastíðuna hjá tryggingini, at hetta er tekin um, at Tryggingarfelagið Føroyar er felag í heimsflokki.

- Hetta vísir eisini, at vit sum føroyingar ikki skulu halda okkum aftur á altjóða pallinum, men heldur vísa okkara mongu góðu íkast til altjóða vinnulívið.

 

Á myndin eru tað, frá vinstru, Maria á Dul, deildarstjóri, Regin Hammer, forstjóri, Eiler Fagraklett, marknaðarfólk, og Barbara á Tjøldrafløtti, dagligur leiðari, við fyrstuvirðislønunum