Føroyska samfelagið fer at fáa so stóra nyttu burtur úr Eysturoyartunlinum, at tað svarar til tvær milliardir krónur hesi næstu 30 árini.
Tað sigur Reimund Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Á almennum fundi í Runavík í dag um Eysturoyartunnilin, hevði hann útrokningar við, sum vístu, hvussu stóra nyttu, føroyska samfelagið fer at fáa burtur úr Eysturoyartunlinum.
Hann vísir á, at tað verður trý korter skjótari at koyra ímillum Skálafjørðin og Havnina ígjøgnum Eysturoyartunnilin, enn tað er nú, ella hálvur annar tími báðar vegir.
- Ein, sum er í Havn 200 dagar um árið, fer sostatt at spara 300 tímar um árið, ella sjey fullar arbeiðsvikur.
- Tað eru tímar, viðkomandi kann brúka saman við familjuni, venja eitt dreingjalið hjá NSÍ, ella arbeiða eyka.
- Brúka fólk tíðina upp á at arbeiða eyka hevur tað eitt virði á góðar 30 milliónir um árið, ella eina milliard í 30 ár.
- Taka vit so øll tey, sum væntast at koyra ígjøgnum tunnilin, fara tey at brúka fýra milliónir tímar minni í bili um árið, enn tey gera nú.
Tað sparir samfelagnum fyri 60-70 milliónir í árið í minni sliti á dekk, bilar, vegir og í spardum brennievni, tað svarar til tvær milliardir í 30 ár.
Reimund Langgard sigur, at tá ið vit koyra minni í bili, minkar eisini vandin fyri vanlukkum og útrokningingar vísa, at tað fer at spara tryggingum og heilsiverkinum 16 milliónir um árið, ella 500 milliónir yvir 30 ár.
Tá eru tær menniskjansligu avleiðingarnar av vanlukkum ikki taldar við.
- Sostatt vísa útrokningarnar at samfelagsliga nyttan av Eysturoyartunlinum verður 3,5 milliardir hesi næstu 30 árini.
- Men tunnilin kostar kanska 1,5 milliard at gera tilsamans, so nettovinningurin hjá samfelagnum er tvær milliardir hesi næstu 30 árini, ella næstan 100 milliónir um árið, sigur Reimund Langgard.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, legði afturat, at ímeðan tunnilin er í gerð, verða einar 500 milliónir goldnar í lønum, har helvtin endar í lands- og kommunukassunum, umframt tað avleidda virksemi, hetta hevur við sær.









