Føroyingar fáa ikki frí tá ið sólarmyrkingin er

Fríggjadagurin verður ikki almennur frídagur, sigur løgmaður

Nógv umrøddi fríggjadagurin, 20. mars, verður ikki almennur frídagur í morgin.

 

Skuldi nakar ivast, er hetta dagurin, sum setir Føroyar á heimskortið, tí tá er full sólarmyrking.

 

Sirið Stenberg og Gunvør Balle, tingkvinnur fyri Tjóðveldi, hava spurt løgmann um hann ikki ætlar at gera henda merkisdagin til almennan frídag, so at øll fáa høvi at njóta hetta serstaka náttúruupplivilsi.

 

Men løgmður sigur, at tað fer hann ikki. Hann sigur, at tað hevur hann rætt og slætt ikki heimild til.

 

- Spurningurin um frídagar er eitt mál millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og tað fari eg ikki at leggja meg út í sigur løgmaður.

 

Tað er heldur ikki so einfalt at geva øllum frí, tí summu mugu vera til arbeiðis, eitt nú fólk á sjúkrahúsum og ymsum stovnum. Hetta hevði eisini givið landinum eyka útreiðslur til lønir, skuldu øll hildið frí.

 

Hann skilir væl væl, at nógv vilja sleppa at halda frí henda sermerkta dagin. Hann ivast heldur ikki í, at flestu arbeiðsgevarar lata síni starvsfólk brúka ein av sínum frídøgum tann 20. mars, ber tað á nakran hátt til.

 

- Tað vera sjálvandi starvsfólk, sum ikki hava frí henda dagin, men eg vænti, at tey kortini fara at uppliva hetta serstaka fyribrigdið, hóast tey eru til arbeiðis, sigur løgmaður.