Ongastaðni í Evropa, er so stórur partur av fólkinum til arbeiðis, sum í Føroyum. Hetta vísir ein greining hjá Hagstovuni.
Hagstovan sigur, at av øllum teimum 35.300 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár, eru eini 30.000 fólk í arbeiðsfjøldini, tað vil siga, at tey eru vinnuliga virkin. Uttan fyri vinnu eru sostatt eini 5.300 fólk.
Tað merkir er vinnutíttleikin í Føroyum 85 prosent. Hjá monnum er vinnutíttleikin 87 prosent, ið er nakað størri enn hjá kvinnum, har vinnutíttleikin er 83 prosent.
- Tað eru sera stór tøl, og eftir fólkatalinum er vinnutíttleikin í Føroyum, tann størsti í Europa, sigur Hagstovan.
Tað er heldur ongastaðni í Evropa, at vinnutíttleikin hjá kvinnum bara er fýra prosent minni enn hann er hjá monnum. Í íslandi er munurin á kynunum átta prosent og í ES londunum sum heild, er hann eini 12 prosent.
I hesum sambandi eru Føroyar samanbornar við 33 onnur lond í Europa.
Og tá vit samanbera úrslitini, eru Føroyar og Ísland langt fremst við einum vinnutíttleika upp á 85 prosent í Føroyum og 84 prosent í Íslandi.
Síðan er eitt lop niður til Sveits, har vinnutíttleikin er 76 prosent, í Svøríki er hann 73 prosent og í Noreg er hann 71 prosent. Bæði í Danmark, í Bretland og í Týskland er vinnutíttlekkin eini 68 - 69 prosent.
Tey, sum eru tald upp í arbeiðsfjøldina, eru øll tey, sum vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar. Men eisini arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku, eru tald upp í.
Tey, sum ikki eru tald uppí, eru ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav. Fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum, ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, eru heldur ikki tald við, og tað eru fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, fyri aldur, ella øðrum orsøkin, heldur ikki.