Í dag var orðaskifti um ríkisfelagsskapin í Fólkatinginum. Eitt orðaskifti, sum bygdi á eina frágreiðing frá Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, sum eisini hevur tíðargrein í Sosialinum í dag, sum kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER.
Undir orðaskiftinum segði Sjúrður Skaale, sum er annar føroyski fólkatingsmaðurin millum annað, at støðutakanin hjá donsku stjórnini í ES-stríðnum hjá føroyingum var røtt.
– VIðurskiftini millum meg og stjórnina hava verið í støðugum vanda fyri at enda heilt galið. Danskt og føroyskt vinnulív hevur havt diamentralt mótsstríðandi áhugamál í stóra stríðnum um flytandi fiskatilfeingið í Norðuratlantshavi, segði Sjúrður Skaale.
– Men stjórnin skilti, at fyrilitið til ríkisfelagsskapin mátt koma í fremstu røð. Tað kvitteri eg fyri, segði hann.
Síðani vísti fólkatingsmaðurin á, at oman á sjálvt stríðið, so hava Føroyar eisini stevnt ES fyri bæði Altjóða Havrættarkonventiónini og WTO. Tá tað er Danmark, sum umboðar Føroyar, so mátti hetta gerast í navni Danmarkar.
– Eisini her vísti stjórnin fyrilit og gav føroyingum fullmakt at føra sakina í navni Danmarkar ímóti ES – og harvið eisini Danmark, segði Sjúrður Skaale.
Síðani vísti hann á, at bretska stjórnan neyvan hevði víst Skotlandi slíkt álit, eins lítið og Finnland hevði víst Álandi slíkt álit, fyri ikki at tosa um Spania, sum als ikki hevur givið Catalona slíkt álit.
– Á hendan hátt fungerar ríkisfelgsskapurin sera væl. Men krøvini eru høg, tí tann dag, ríkisfelagsskapurin ikki fungerar til UG, tá fungerar hann als ikki, segði Sjúrður Skaale, sum síðani vísti á avtaluna, sum nú er gjørd millum Føroyar og ES, sum gevur Føroyum øll tey krøv, sum Føroyar alla tíðina hava kravt.
– Allir teir høgtstandandi politikararnir og vinnulívsfólkini, sum í fýra ár hava kallað føroyingar fyri sjórænarar, tjóvar og barbarar, mugu eta orð síni í seg aftur, segði Sjúrður Skaale.
– Hann vísti á, at Føroyar helst høvdu vunnið stríðið, líkamikið hvat Danmark hevði gjørt – men um stjórini ikki var farin í dialog um sakina, og tikið ta støðu, hon tók, so hevði verið stór kreppa millum Føroyar og Danmark.
– Fyri meg hevði tað sjálvandi verið ógjørligt at framhaldandi at stuðlað stjórnini. So alt hetta kvitteri eg fyri, segði Sjúrður Skaale.
Øll røðan hjá Sjúrði Skaale kann lesast við at TRÝSTA HER.