Fyri eini løtu síðani komu teir 47 føroysku Rynkeby súkklararnir um málstrikuna í París, eftir at hava súkklað útvið 1500 kilometrar úr Danmark.
Endamálið er at savna pening inn til børn við krabbameini.
Tróndur Arge, sum er ítróttarstjóri í Miðlahúsinum, er ein av súkklarunum og hann sigur, at hetta var ein fantastiskur túrur og øll eru komin á mál í øllum góðum, í fagrasta veðri.
Hann var eisini við í fjør, men tað var fyrstu ferð, føroyingar vóru við.
Tað ferðina gjørdu tey nógv mistøk, tí tey vóru so óvon við at súkkla, ikki minst langar teinar, sum hendan. Veðrið var eisini út av lagi tað nógva av ferðini.
Men hetta var eitt gleðiligt upplivilsi afturímóti. Nógv av mistøkunum eru lúkað burtur, og veðrið var av tí besta.
Tróndur Arge sigur, at hendan ferðin hevur staðfest, hvussu nógv, tað ber til at læra, men hann vil ikki siga, at hendan ferðin var betri enn tann í fjør, hon var bara so nógv øðrvísi.
- Hetta var avgjørt stuttligt at vera við í, og avgjørt vert at royna, sigur Tróndur Arge.
Nógvar familjur hjá føroysku súkklarunum vóru longu komin til París, har tey stóðu til reiðar at taka ímóti súkklarunum, tá ið teir komu á mál.
Føroysku súkklararnir fóru av landinum við Norrønu, fríggjanáttina 3. juli.