Føroyingar dystast í dag

Føroyingadysturin ímillum Vendsyssel og Vejle verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum.

Møguleiki verður fyri at síggja eina rúgvu av føroyingum beinleiðis í donskum sjónvarpi í kvøld, tá ið Vendsyssel FF og Vejle bresta saman í næstbestu donsku deildini.


Vendsyssel FF við Halli Hanssyni og Vejle við Viljormi Davidsen, Jóan Símuni Edmundssyni og Sonna Ragnari Nattestad spæla kl.17.30. Dysturin verður vístur á TV3 Sport 1.


Eisini Brandur H. Olsen er við í hópinum hjá FCK, sum í kvøld spælir fyrru hálvfinaluna í steypakappingini heima ímóti Esbjerg. Tann dysturin byrjar kl.17.15 og verður vístur á 3+.