Føroyingar drekka eitt sindur verri

Rúsdrekkanýtslan hjá føroyingum kvinkaði eitt vet upp eftir í fjørð

Hetta seinasta árið er rúsdrekkkanýtslan hjá føroyingum kvinkað eitt lítið sindur upp eftir.

 

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Rúsuni.

 

Uppgerðin vísir, at í fjør drakk hvør føroyingur 6,6 litrar av reinum alkoholi. Tað eru 0,2 litrar meiri enn í 2011, tá ið nýtslan var 6,4 litrar.

 

Her er talan um alla søluna í Rúsuni og á sølustøðunum hjá bryggjaríunum.

 

Tað einasta, sum sostatt ikki er við í uppgerðini, er tollfríi innflutningurin.

 

Men hóast rúsdrekkanýtslan kvinkaði upp eftir í fjør, er hon framvegis millum tað lægsta, hon hevur verið seinastu 20 árini.

 

Hesi seinastu 20 árini frá 1993 til 2012, hevur nýtslan øll árini ligið ímillum 6,2 og 7,1 litur av reinum alkoholi upp á fólkið.

 

Uppgerðin vísir, at síðani 1993, er tað bara í árunum frá 1993 til 1999, at rúsdrekkanýtslan hevur verið lægri, ella hevur verið tann sama sum í fjør.

Tað sama gjørdi seg eisini galdandi í 2005 og í 2011.

 

Øll hini árini hevur hon verið størri, men tað mesta, vit hava drukkið hesi árini við Rúsuni, var í 2007, tá ið nýtslan var 7,1 litur upp á fólkið.

 

Men fara vit longur aftur í søguna og hyggja at nýtsluni síðani 1970, settu vit met í 1992, tá ið vit keyptu 8,8 litrar av reinum alkoholi fyri hvønn føroying.

 

Men hetta var eitt rættiliga sermerkt tá, tí hetta var seinasta árið, hvør føroyingur skuldi sjálvur bíleggja sær rúsdrekka uttanlands, tí árið eftir, í 1993, fingu vit Rúsuna.

 

Og mett verður, at orsøkin til, at nýtslan var serliga stór í 1992, var, at fólk hamstraðu, tí tey vóru ivingarsom um, hvussu Rúsan fór at hilnast.

 

Men nýtslan leyp eisini í eyguni í 1987, tá ið hvør føroyingur keypti 8,1 litrar av alkoholi og í 1988 var nýtslan 7,5 litrar.

 

Annars hevur nýtslan yvirhøvur ligið ímillum 6 og 7 litrar fyri hvønn føroying.