Føroyingar døma Real Madrid

Kári J. á Høvdanum dømdi í dag á Estadio Alfredo Di Stefano í Madrid

Føroyinar sløðast alla staðni, plagar at verða tikið til. Í fótbólti er tað alt styttri millum dystirnar úti í heimi, har føroyskur dómari er.

 

Í dag átti føroysk dómaratrio uppgávu á einum tí kendasta stadion í Europa, og annar parturin var eitt tað kendasta felagið í Europa.

 

Talan er um Real Madrid, sum spældi á heimavøllinum Estadio Alfredo Di Stefano í Madrid í Madrid. Kári J. á Høvdanum var dómari, og hjálpardómarar vóru Jørleif Djurhuus og Arni Rasmussen.

 

Talan var um dyst í UEFA Youth League millum Real Madrid og FC Sheriff Tiraspol úr Moldova.

 

Real Madrid vann 4-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Kári J. á Høvdanum bríkslaði fyri brotssparki í 72. minutti, sum Real Madrid umsetti til mál. Tríggir av spælarunum hjá FC Sheriff Tiraspol sóu gula kortið.