Føroyingar arbeiða nógv longri enn onnur fólk

Tey eldru í Føroyum arbeiða nógv meiri enn tey eldru í øðrum londum


Eldri føroyingar arbeiða nógv meiri enn tey eldru gera í øðrum londum!

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Hagstovan hevur kannað ymisk viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og tann kanningin vísir, at í Føroyum er vinnutíttleikin hjá monnum størri enn hjá kvinnum í øllum aldursbólkum.

 

Men munurin er størstur hjá teim eldru frá 60 ára aldri og veksandi uppeftir.

Vinnutíttleiki vísir, hvussu stórur partur av fólkinum ímillum 15 og 74 ár, eru virkin ella eru tøk á arbeiðsmarknaðinum.

 

Kanningin vísir, at hjá monnum er vinnutíttleikin størstur í aldrinum 40-49 ár, og í hesum aldursbólkinum er hann har heilt tætt við hundrað prosent.

Hjá kvinnum er vinnutíttleikin javnt høgur um ella oman fyri 90% heilt frá 25 ára aldri til 59 ár.

 

Men tá ið vinnutíttleikin í Føroyum verður samanborin við onnur lond, er úrslitið rættiliga merkisvert.

Úrslitið er nevniliga, at bæði menn og kvinnur í Føroyum eru virkin á arbeiðsmarknaðinum nógv longri í teim eldru árunum, enn í øðrum londum.

Í hesum sambandi er støðan í Føroyum samanborin við støðuna í 33 londum í Evropa.

 

- Hjá eldru monnum, altso monnum ímillum 65 og 74 ár, er vinnutíttleikin nógv hægstur í Føroyum, tí her er hann heili 52 prosent. Hetta kann samanberast við vinnutíttleikan í Íslandi, har hann er 41 prosent hjá eldri monnum, í Noregi er hann 16 prosent og í ES sum heild er hann enn 12 prosent .


 

Hjá eldru kvinnum, altso kvinnum ímillum 65 og 74 ár, er vinnutíttleikin eisini hægstur í Føroyum, tí her er hann 32 prosent.

Á øðrum plássi er Ísland, har vinnutíttleikin hjá eldri kvinnum er 31 prosent.

Men so er langt aftur til Danmark, har vinnutíttleikin hjá kvinnum bara er  sjey prosent og hjá ES sum heild er hann seks prosent.


 

Hagstovan sigur, at ein orsøk til hetta er uttan iva, at í Føroyum og í Íslandi er pensjónsaldurin hægri enn í hinum londunum.