Ongastaðni í Evropa er vinnutíttleikin so stórur sum í Føroyum. Tað vísir ein uppgerð, Hagstovan hevur gjørt. Vinnutíttleiki vísir, hvussu stórur partur av fólkinum ímillum 15 og 74 ár, eru virkin, ella tøk, á arbeiðsmarknaðinum.
Í hesum sambandi er vinnutíttleikin í Føroyum samanborin við vinnutíttleikan í 33 londum í Evropa Av hesum londum í Europa er vinnutíttleikin størstur í Føroyum, bæði hjá monnum og kvinnum.
Les eisini: Stórur munur á, hvussu nógv føroyingar arbeiða
Hjá monnum í Føroyum er vinnutíttleikin 86 prosent og hjá kvinnum er hann 79,4 prosent. Næst Føroyum kemur Ísland, har vinnutíttleikin er 82,5 prosent hjá monnum og 77,4 prosent hjá kvinnum. Í ES sum heild var vinnutíttleikin 70 prosent hjá monnum og 58 prosent hjá kvinnum.
Les eisini: Føroyingar arbeiða nógv longri enn onnur fólk
Hagstovan sigur, at ein av orsøkunum til at vinnutíttleikin í Føroyum og í Íslandi er so nógv hægri enn í ES-londunum,er, at her eru bæði menn og kvinnur nógv virknari á arbeiðsmarknaðinum í øllum teim eldru árunum. - Her hevur tað sjálvsagt nógv at siga, at pensjónsaldurin júst í Føroyum og Íslandi er tann hægsti í Evropa, sigur Hagstovan.
|