Føroyar eru komnar á heimskortið á Patana, altjóða bretski skúlin í Bankok.
Fyri fyrstu ferð í 56 ára longu søgu skúlans, vóru Føroyar umboðaðar á Internationals Days hjá skúlanum, sum verða hildnir einaferð um árið við einari paradu, ið líkist skrúðgonguni við olympisku leikunum, har ungdómarnir eru ílætnir tjóðarklæðir ella líknandi, og har tvey av børnunum bera eitt flagg og ein bannara frá viðkomandi landi.
Skrúðgongar endar í ítróttahøllini, har mentanatligar framførslur verða hildnar á pallinum frá ymsu londunum.
Hartil kemur Food Hall, sum er ein smakkiroynd frá flestu av luttakandi londunum við vakurt uppsettum borðum, og fleiri lond luttaka eisini við einum mini EXPO.
Í ár vóru ikki færri enn 67 ymsir tjóðskapir umboðaðir á Patana, teirra millum Markus og Amanda Poulsen.
Pápin er Mikkjal Poulsen og er ættaður úr Hvalba, meðan mannan, Ulla, er donsk.