Føroyingaliðini ÍBV og KA taptu á útivølli

Tað gjørdist eingin serligur føroyskur dagur í bestu íslendsku mansdeildini í hondbólti í dag

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV vóru fyrr í dag í Reykjavík og spældu oddadyst móti Vali, ið er eitt sera sterkt lið.

 

Valur vann dystin 27-21. Í steðginum var Valur á odda 14-7. Dánjal Ragnarsson skoraði tvey mál fyri ÍBV í dag.

 

Føroyingaliðið á Akureyri, KA var eisini á Reykjavíkur-leiðini í dag. Teir spældu móti Stjørnuni.

 

Í steðginum var KA á odda 17-16, men tað gekk stak illa í hond í seinna hálvleiki. Stjørnan vann dystin 30-24. KA megnaði bara at skjóta átta mál í seinna hálvleiki.

 

Pætur Mikkjalsson skoraði tvey mál fyri KA. Allan Norðberg fekk ikki nakað mál í dag. 

 

Komandi sunnudag tekur KA móti oddaliðnum, Vali.

 

Fríggjakvøldið 29. oktober verður føroyinga-uppgerð í Reykjavík millum Fram hjá Vilhelmi Poulsen og Rógva Dal-Christiansen og ÍBV hjá Dánjali Ragnarssyni. 

 

Nr. DystirMálmunurStig
Valur4111:868
ÍBV4112:1106
Stjarnan396:876
Fram4107:1006
FH5133:1246
Haukar4114:1055
Afturelding4117:1164
KA4106:1084
Selfoss496:1092
Grótta496:1011
HK4100:1160
Víkingur488:1140